Viðgerð av persónupplýsingum í Betri Heimi

Betri Heim er ein ognarmiðlarafyritøka, sum ráðgevur og miðlar í sambandi við keyp og sølu av fastogn.

Ein liður í virkseminum hjá Betri Heimi er at skráseta og viðgera persónupplýsingar hjá kundum. Endamálið við hesum er at veita best møguliga tænastu, at halda avtalur við kundan og at halda ta lóggávu, sum Betri Heim er fevnt av.

Betri Heim er dátuábyrgdari fyri viðgerð av persónupplýsingum hjá Betri Heimi og tekur øll neyðug stig fyri at verja tínar persónupplýsingar í samsvari við galdandi dátuverndarlóg.

Heimild

Sambært dátuverndarlógini kunnu persónupplýsingar viðgerast, um í minsta lagi eini av hesum viðurskiftum gera seg galdandi:

  • skrásetti hevur givið sítt samtykki til viðgerð av persónupplýsingum til eitt ella fleiri nágreinað endamál, sbr. § 8, stk. 1, nr. 1

  • viðgerð er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti er partur av, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður gjørd, sbr. § 8, stk. 1, nr. 2

  • viðgerð er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum liggur á dátuábyrgdaranum, sbr. § 8, stk. 1, nr. 3

  • viðgerð er neyðug, fyri at dátuábyrgdarin ella ein triðipersónur kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, um ikki áhugamál ella grundleggjandi rættindi hjá skrásetta, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga fram um, sbr. § 8, stk. 1, nr. 6.

Nær viðger Betri Heim persónupplýsingar

Betri Heim skrásetir og viðger persónupplýsingar:

1) tá tú:

  • umvegis heimasíðuna hjá Betri Heimi bíleggur upplýsingar, sølutilfar ella prát, sendir umbøn um at gerast kundi ella skrásetir teg í Keyparasavninum hjá Betri Heimi

  • gert ella ætlar at gera avtalu um tænastu við Betri Heim

  • keypir ella selur fastogn umvegis Betri Heim

  • samtykkir, at Betri Heim viðger tínar persónupplýsingar til eitt ella fleiri ávís endamál.

2) í sambandi við:

  • útflýgging av skeyti o.l.

  • ráðgeving í sambandi við sølu

  • ráðgeving í sambandi við keyp

  • bústaðarlýsing

  • húsaskoðan

  • opið hús

3) tá tað er álagt Betri Heimi við lóg, sbr. eitt nú:

  • lóg um keyp og sølu av fastogn o.a.

  • lóg um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av fastogn o.a.

  • lóg um at keypa fastogn í Føroyum (útlendingar)

  • hvítvasklógina

  • skattalógina

  • bókhaldslógina

  • dátuverndarlógina

4) tá tað er neyðugt fyri at fylgja heimilaðum áhugamálum hjá Betri Heimi, og áhugamálini hjá Betri Heimi samstundis greitt ganga fram um atlit til tín. Í metingini verður serligur dentur lagdur á tín áhuga í, at Betri Heim ikki viðger tínar persónupplýsingar.

Heimilaðu áhugamálini eru eitt nú:

  • at ráðgeva og veita kundatænastu umframt undirvísing og umsiting av hesum

  • at menna, greina og umsita virksemi, skipanir, tænastur og veitingar hjá Betri Heimi

  • at styrkja um KT-trygdina

  • at eyðmerkja og góðkenna kundar

  • at fyribyrgja sviki og misnýtslu

  • at váðameta

  • at lúka lógarkrøv

Hvørjar persónupplýsingar

Betri Heim viðger hesar persónupplýsingar um teg:

  • vanligar upplýsingar, so sum navn, bústað, telefonnummar og teldupost

  • p-tal

  • fíggjarligar upplýsingar, so sum upplýsingar um skuld, trygdir og ognir

  • upplýsingar um yrki, útbúgving ella vinnuvirksemi

  • samleikaprógv

Betri Heim skrásetir vanliga ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Tað kann tó vera neyðugt í ávísum førum, eitt nú um tú situr í koyristóli, og bústaðartørvurin tí má tillagast.

Møguleikin hjá Betri Heimi at veita tær góða ráðgeving og tænastu er tengdur at, hvussu væl Betri Heim kennir teg. Tí er tað týdningarmikið, at tú gevur Betri Heimi rættar og neyvar upplýsingar og boðar frá møguligum broytingum.

Hvaðani koma persónupplýsingar

Betri Heim fær persónupplýsingar frá:

  • Landsfólkayvirlitinum og øðrum almennum keldum og skráum, fyri eitt nú at eftirkanna, um tínar upplýsingar eru beinar

  • peningastovnum, kreditorum og veðhavarum um viðkomandi fíggjarviðurskifti, fyri at tryggja, at viðkomandi handil kann fremjast

  • tínum advokati, um advokaturin hevur skrivað skeyti fyri teg, og Betri Heim avgreiðir tinglýsing, tí p-talið hjá tær stendur í skeytinum. Um Betri Heim skrivar skeyti fyri teg, og ein advokatur avgreiðir tinglýsing, er tað øvugt. Í tílíkum føri hevur Betri Heim tó fingið samtykki frá tær frammanundan.

  • tínum banka, um bankin biður Betri Heim skriva skeyti fyri teg

Hvagar fara persónupplýsingar

Betri Heim letur persónupplýsingar víðari til almennar myndugleikar, um heimild er til tað í lóggávu.

Tað er krav, at p-tøl standa í skeytum, fulltrúum, skiftirættarváttanum og øðrum, sum verður latið Tinglýsingini umframt advokatum og peningastovnum, um tey bæði síðst nevndu sjálvi avgreiða viðurskiftini.

Í sambandi við keyp og sølu, sendir Betri Heim upplýsingar um teg til peningastovnin hjá keypara/seljara.

Vit lata herumframt upplýsingar um teg víðari, tá ið tað er álagt Betri Heimi við lóg, eitt nú til National enhed for Særlig Kriminalitet, NSK (áður SØIK).

Hvussu leingi verða persónupplýsingar goymdar?

Betri Heim goymir tínar upplýsingar, so leingi, sum tað er neyðugt, í mun til tey endamál, sum upplýsingarnar vórðu savnaðar saman til. Tað er vanliga í 5 ár frá tí, at Betri Heim hevur greitt málið.

Hóast Betri Heim strikar aðrar upplýsingar um teg, verða upplýsingar um bústað, har Betri Heim hevur staðið fyri søluni, altíð goymdar fyri at føra hagtøl.

Tíni rættindi

Rættur til innlit

Tú hevur rætt til at fáa innlit í, hvørjar persónupplýsingar Betri Heim viðger um teg, hvaðani upplýsingarnar stava, hvat Betri Heim brúkar tær til, og hvørjir møguligir móttakarar av upplýsingunum eru.

Lóggávan setur tó avmarkingar í rættin til innlit, orsakað av dátuvernd hjá øðrum persónum og virksemisgrundarlagnum hjá Betri Heimi.

Rættur til rætting ella striking

Um upplýsingar, sum Betri Heim viðger um teg, eru skeivar, ófullkomnar ella óviðkomandi, hevur tú, við teimum avmarkingum, sum eru í galdandi lóggávu, rætt til at krevja, at Betri Heim rættar ella strikar upplýsingarnar.

Rættur til viðgerðaravmarking

Meginreglan er, at tú kanst krevja, at viðgerð av persónupplýsingum verður avmarkað ella steðgað. Hetta kanst tú tó ikki krevja, um Betri Heim hevur lógarheimild til at viðgera persónupplýsingarnar, ella heimilaðu áhugamálini hjá Betri Heimi ganga fram um tíni áhugamál ella grundleggjandi rættindi.

Rættur til mótmæli

Tú kanst mótmæla, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan er heimilað, verður viðgerðin steðgað.

Rættur til dátuflyting

Um Betri Heim viðger persónupplýsingar um teg, grundað á samtykki ella fyri at halda eina avtalu, og viðgerðin fer fram sjálvvirkandi, hevur tú rætt til at flyta tær upplýsingar, tú hevur latið Betri Heimi, til annan dátuábyrgdara.

Talgild viðgerð av persónupplýsingum

Farspor

Tá tú vitjar heimasíðuna hjá Betri Heimi, leggur tú elektronisk spor eftir tær, sum nevnast farspor. Farspor eru lítlar tekstfílur, sum heimasíður brúka fyri at kenna tína teldu aftur. Farspor eru ikki forrit, men óvirknar fílur, sum hvørki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

Tú finnur nærri kunning um farspor her: https://www.betriheim.fo/farspor.

Tínar upplýsingar umvegis heimasíðuna.

Betri Heim skrásetir upplýsingar um teg, tá tú umvegis heimasíðuna hjá Betri Heimi bíleggur upplýsingar, sølutilfar ella prát, sendir umbøn um at gerast kundi ella skrásetir teg í Keyparasavninum hjá Betri Heimi.

 

Betri Heim á Facebook

Tá tú vitjar Facebooksíðuna hjá Betri Heimi, savnar og viðger Facebook persónupplýsingar um teg, sum lýst í dátu- og farsporpolitikkinum hjá Facebook.

Facebook savnar upplýsingarnar við at leggja farspor á tína elektronisku eind, tá tú ert virkin á Facebooksíðuni hjá Betri Heimi, eitt nú tá tú “dámar”, “deilir” ella viðmerkir eitthvørt á síðuni. Tílík farspor eru virkin í tvey ár, um tú ikki strikar tey.

Facebook brúkar upplýsingarnar til at menna lýsingar og laga marknaðarførslu til Facebooksíðuna hjá Betri Heimi. Betri Heim fær regluliga hagtøl um brúkarar, sum hava verið virknir á Facebooksíðuni hjá Betri Heimi, og kann gagnnýta hagtølini til at laga marknaðarførslu til ymiskar málbólkar.

Betri Heim og Facebook eru saman um ábyrgdina av dátusavningini. Tað merkir, at tú til eina og hvørja tíð kanst gera tíni rættindi sambært dátuverndarlógini galdandi, bæði mótvegis Betri Heimi og Facebook.

Gev gætur, at tá tú skrivar til Betri Heim umvegis Facebook, kann Betri Heim ikki brongla, verja, rætta ella strika tínar upplýsingar. Betri Heim mælir tí til, at tú í staðin setur teg í samband við Betri Heim á telefon 348 900, ella at tú bíleggur eitt prát á heimasíðuni hjá Betri Heimi, heim@betri.fo.

Nærri kunning um dátu- og farsporpolitikkin hjá Facebook sæst her: https://www.facebook.com/privacy/explanation.

Samtykki

Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur við at seta teg í samband við Betri Heim á teldupost kad@betri.fo ella heim@betri.fo.

Tá samtykki verður tikið aftur, verður viðgerðin av viðkomandi upplýsingum steðgað.

Afturtøkan ávirkar tó ikki heimildina av viðgerðini, sum er farin fram, undan afturtøkuni.

Um tú tekur samtykki aftur, kann tað hava við sær, at Betri Heim ikki framhaldandi fær bjóðað tær ávísar tænastur ella veitingar.

Samband og klaga

Hevur tú spurningar um tíni rættindi ella um, hvussu Betri Heim viðger tínar persónupplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Betri Heim á teldupost heim@betri.fo.

Ert tú ónøgd/ur við, hvussu Betri Heim viðger tínar persónupplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Káru á Dunga, stjóra, á teldupost kad@betri.fo.

Tú kanst eisini seta teg í samband við Dátueftirlitið viðvíkjandi klagum og spurningum:

Dátueftirlitið

dat@dat.fo

Tinganes, Postboks 300

FO-110 Tórshavn

Tlf.: + 298 309 100