Fjølmiðlar

Í Betri Heim P/F eru vit altíð til reiðar at veita fjølmiðlunum eina hjálpandi hond og svara øllum viðkomandi spurningum, ið hevur við okkara øki at gera.

Betri Heim varð stovnað í 1998, og vit hava tí drúgvar royndir og holla vitan um at meta og selja alla fasta ogn.

Vit umboða um triðingin av øllum fastognum, sum verða seldar í fríari sølu kring alt landið. Tað ger, at vit hava fingurin á pulsinum á føroyska bústaðarmarknaðinum. Fjølmiðlunum stendur frítt at nýta myndir, logo, tíðindabrøv og aðrar upplýsingar av heimasíðuni hjá Betri Heim, um víst verður til kelduna.

Somuleiðis eru fjølmiðlarnir altíð vælkomnir at venda sær til okkara við spurningum, og vit svara so skjótt sum til ber.