Um Betri Heim

Betri Heim P/F, fyrr INNI P/F, sum var stovnað í 1998, er elsta ognar- og húsameklarafelagið í Føroyum.

Virksemið er mekling, ráðgeving og vegleiðing í sambandi við fastognarsølu.

Í Betri Heim hava vit drúgvar royndir og viðkomandi útbúgvingar at selja og virðismeta alla fasta ogn. Vit umboða í dag um triðingin av øllum marknaðinum og hava støðugt nógvar ognir á sølulista.

Grundvirðið okkara er at skapa álit millum seljara, keypara og okkum sum meklarar, so allir partar eru tryggir við handilin, fáa eina góða tænastu og kenna seg væl - eisini eftir, at alt er undirskrivað.

Í Betri Heim arbeiða vit virkið fyri at skapa:
Dygdargott arbeiði
Nøgdsemi
Gjøgnumskygni

Vit arbeiða støðugt við førleika- og virkismenning umframt nøgdsemiskanningum og vilja ganga á odda fyri ognarmekling og ognarmeting í Føroyum.

Betri Heim hevur eina umfatandi ábyrgdartrygging, sum merkir, at tú sum kundi kanst kenna teg tryggan at handla ognir gjøgnum okkum. Vit hava innan- og uttanhýsis grannskoðarar.

Ognarviðurskifti:
Betri Heim P/F er sjálvstøðugt dótturfelag hjá Betri Banka P/F. Betri Banki P/F eigur 100 % av Betri Heim, og Betri P/F eigur 100% av Betri Banka P/F.

Verið vælkomin í Betri Heim.

Fígging?

Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymiskan tørv. Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarliga javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um.

Vit hjálpa tær fegin