Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginVæl bygd og góð sethús sentralt í Havn. Í niðaru hædd eru 3 íbúðir, sum eru nýttar til stutt- og langtíðarleigu og egna seg væl til tað. Ovara hæddin hóskar seg væl bæði sum bústaður og at leiga. Útsýni er yvir býin og partvíst út á fjørðin. Kring húsini er laðaður garður, grasfløta, stór garaga og parkeringpláss.
Møguligt er at fáa innlit í inntøkur í 2024 við at venda sær til Betri Heim.
Húsini eru innrættað soleiðis: Ovara hædd: Íbúð A: Durur, vesi, brúsurúm og vask, gongd, stórt baðirúm og 4 kømur, køkur og stova í einum, bryggers v/lemmi niður í fýrrúm. Í neðra: Íbúð B: Stova og køkur, baðirúm og kamar/kontór. Íbúð C: Stova og køkur, baðirúm og kamar. Íbúð D: Stova og køkur, baðirúm og kamar.
Les meira um ognina við at heinta sølutilfar.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin