At selja
At selja sítt heim er ein stór avgerð, og tí loysir tað seg at vera væl fyrireikaður og hava góða ráðgeving, tá avgerðin skal takast og heimið skal handlast.
Skal heimið verða selt fyri ein góðan prís og lutfalsliga skjótt, ber til at hampa eitt sindur um. Tað er ikki neyðugt at fremja tær stóru umbyggingarnar.
Fólk hava ymiskan tokka, tá ið talan er um innrætting, tilfar, litir og annað. Tí er ikki vist, at tað loysir seg at gera so nógv við heimið, áðrenn tað verður lýst til sølu. Tó er altíð okkurt, ið loysir seg at hava í huga. Tað snýr seg í høvuðsheitum um at gera heimið ljóst, reint og ruddiligt.
Góð ráð til seljara:
- Tað fremur søluna at halda heimið reint og ruddiligt, so rúmini virka løtt og ljós.
- Áhugin fyri havaarbeiði kann dala, tá tú hevur gjørt av at selja. Slá plenu og spula tún, tí samlaða myndin av heiminum telur.
- Drag gardinur frá og loyv ljósinum inn. Gott dagsljós vísir heimið frá síni bestu síðu. Ljósið økir eisini um vælverukensluna.
- Tað fremur søluna at hava innbúgv í heiminum. Heimið fær tá hita og sál, og keyparin fær betur innrættað seg og sær møguleikar við nýggja heiminum.
- Lufta væl út áðrenn framsýning. Tá kennist tað frískligari at koma inn.
- Smyr vindeygu og hurðar, so tey ganga sum tey skulu, og skift punkteraðar rútar. Tað fremur søluna, at heimið er væl hildið.
- Keyparar kunnu hava nærgangandi spurningar. Tí er tað umráðandi, at eigarar og leigarar ikki er hjá til framsýningina.
- Tað fremur søluna at liðugtgera snøklar, so sum listar, máling o.a.
- Umráðandi er, at húsdjór sum hundar og kettur ikki ganga leys, meðan framsýning er. Tøm kettubakkar o.a.
Tí skalt tú brúka Betri Heim
• Heimasíðan hevur dagliga omanfyri 3000 vitjanir
• Vit hava kappingarførar kostnaðir
• Tú fært meira fyri heimið, og vinnur søluómaksgjaldið inn aftur í prísinum
• Vit geva góð ráð um, hvussu tú uttan stórvegis útreiðslur kanst lyfta heimið og fáa tað meira sølubart
• Vit gjøgnumganga heimið væl og gera eina neyva bústaðarlýsing, sum økir um trúvirðið til heimið
• Vit hava eina virkna keyparaskrá og ein stóran keyparaskara, ið vit dagliga samskifta við
• Vit eru skjót at svara fyrispurningum frá keyparum og vísa fram
• Vit fylgja tingunum upp og lata ikki fólk bíða
• Vit vilja ganga á odda fyri ognarmekling og ognarmeting í Føroyum
Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum um, hvat loysir seg at gera. Tað kostar einki, og vit hava royndirnar. Vit leggja storan dent á, at tað skal vera einfalt, trygt og ómakaleyst fyri teg at selja gjøgnum Betri Heim.